Forside

Vælkomin til tilmeldingarskipanina hjá Fleyr

 

Her kanst tú melda teg í felagið, rinda limagjald og dagføra upplýsingar.  

Limagjaldið er ymiskt fyri ymisku aldursbólkarnar og deildirnar. Kostnaðurin stendur á tilmeldingaryvirlitinum.

 

Fleyr-spæliblusa:

Tá tú rindar limagjald, rindar tú samstundis fyri eina Fleyr T-shirt frá Mikasa við leikaranummari á, sum verður tín dystarblusa ígjøgnum árið. Fyri at vita, hvørja stødd, tú skalt hava, kanst tú brúka vegleiðingina niðanfyri at taka mát við.

 Tá tú hevur meldað til og goldið, fært tú ein teldupost frá gjaldsskipanini um limaskap.

 

Systkinaavsláttur:

Um fleiri systkin undir 18 ár eru limir, rindar elsta systkinið fullan prís, og so verður latin systkinaavsláttur á 150 kr fyri yngru systkini. Tá tilmeldað verður, skal tú fyrst meldað teg til liðið, tú skalt spæla á. Tá tú er logga in, vel nú “systkinaavsláttur”, og tú fert at móttaka eina kvittan upp á 150 kr. Tú skalt sostatt rinda munin ímillum tað, sum liðið kostar og 150 kr. Dømi: tað kostar 800 kr, systkinaavslátur 150 kr, at gjalda 650 kr.

Vit ynskja tær eitt gott flogbóltsár.